Stakk mann við saksi

Ein 29 ára gamal maður fekk tvey ára fongsulsrevsing fyri at hava stungið ein 56 ára gamlan mann við saksi tríggjar ferðir, skrivar Kringvarp Føroya.

 

Hetta hendi ein sunnumorgun seinast í august í Havn. Teir báðir menninir kennast, men hendan dagin kom til ilnar millum teir báðar. Yngri maðurin stakk hin tríggjar ferðir við saksi. Dómarin metti, at eina stungan, sum var í hálsin, var lívshóttandi.

- Blóð hótti við at tippa barkan, so maðurin ikki fekk luft, skrivar Kringvarp Føroya.

 

Maðurin er áður dømdur fyri harðskap og tí bleiv revsingin nakað harðari enn vanligt. Vanliga er harðasta revsing í slíkum máli 18 mánaðir, men gamli dómurin gjørdi, at maðurin hesa ferð fekk 24 mánaðir.