Stakk kommunalar starvsmenn við knívi

Ein maður leyp fyrrapartin á tveir starvsmenn hjá Helsingør kommunu og stakk teir við knívi. Kommunustjórin sigur fyri DR, at teir báðir starvsmenninir eru fluttir á sjúkrahús, og at teir eru uttan fyri lívsvanda.

Álopsmaðurin, sum er 43 ára gamal og ættaður úr Eritrea, kom inn á arbeiðsávísingina hjá kommununi, har hann stakk ein starvsmann í armin og hin í bringuna.

Løgreglan kom á staðið og tók álopsmannin, sum nú er til avhoyringar.