Stakk av undan rokningini

Íslkendska felagið Ísbú, hevur pakkað saman og er farið úr Oyndarfirði undan ógoldnari leigurokning



Partafelagið Nósi í Oyndarfirði stendur eftir við eini ógoldnari rokning upp á einar 60.000 krónur, sum íslendska felagið Ísbú skyldar fyri leigu av fiskavirkinum hjá Nósa.

Oyndarfjarðar Kommuna hevur eisini leigað til felagið, men hóast einki virksemi at kalla hevur verið, meðan leigumálið hevur verið galdandi, hevur Kommunan fingið sínar pengar.

Tað var seinasta vetur, at íslendska felagið Ísbú fór undir fiskaarbeiði í Oyndarfirði. Eitt føroyskt felag varð stovnað, sum skuldi standa fyri framleiðsluni í Føroyum.

Men tað kom líkasum ongantíð rættiliga gongd á í Oyndarfirði, har Ísbú leigaði bygningin hjá P/F Nósa.

Hóast Ísbú leigaði hølini frá Nósa í sjey mánaðar, hevur bert verið arbeitt í einar 30 dagar tilsamans á virkinum.

Seinni varð so flutt í høli hjá Oyndarfjarðar Kommunu, men har hendi púra einki. Nú er Ísbú farið úr Oyndarfirði, og húsið hjá Kommununi er lýst til leigu.

Og heldur ikki í húsinum hjá Nósa hendir nakað. Frá álítandi keldum veit Sosialurin, at Ísbú skyldar Nósa leigu fyri fýra mánaðar. Og vit vita eisini, at leigan er 15.000 krónur um mánaðan.


Eisini annað

Men tað er ikki bara Nósa, Ísbú skyldar pengar. Eisini onnur feløg, sum hava handlað við Ísbú eiga eitthvørt útistandandi hjá teimum.

Ein av fyritøkunum, sum eigur pengar hjá Ísbú, er Vestsalmon í Kollafirði.

Suni Durhuus, stjóri á Vestlaks, sum eigur Vestsalmon, váttar, at felagið eigur pengar útistandandi hjá Ísbú.

»Tað er ikki so øgiliga nógv í okkara verð. Men nakrar túsund krónur er tað kortini, og tað er ikki vert at kasta burtur,« sigur Suni Durhuus.

Suni Durhuus sigur, at sum hann skilir, eru tað fleiri enn Vestsalmon, sum hava eitthvørt at tosa við Ísbú um.

Men tað eru ikki bara pengar, sum standa í millum Ísbú og Vestsalmon.

Ísbú hevur útflutt fisk úr Føroyum í navninum hjá Vestsalmon, væl at merkja uttan, at Vestsalmon visti av.

Suni Durhuus, stjóri á Vestlaks, vísir í hesum sambandi til stjóran á Vestsalmon, Frímund Hansen. Hann hevur feriu, og var ikki at hitta, áðrenn blaðið fór til prentingar.


Framleiðaranummar

Tann, sum arbeiðir fisk í Føroyum, skal sambært matvørulógini skrásetast hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Tá framleiðarin er endaliga góðkendur og skrásettur, fær hann eitt framleiðaranummar, sum skal fylgja allari vøru, sum kemur av virkinum.

Tá vøran verður flutt av landinum, skal týðuliga viðmerkjast á pakningin, hvaðani hon er, við millum øðrum hesum framleiðaranummari.

Ísbú hevur útflutt fisk við løggildingarnummarinum hjá Vestsalmon, uttan at nakað sum helst er framleitt hjá Vestsalmon. Av Vestsalmon verður sagt, at felagið selir alla sína framleiðslu sjálvt.

Hvørki Martin Hendriksson, stjóri í Ísbú Føroyum ella Jens Valdemarsson, stjóri í Ísbú í Reykjavík, vóru at hitta í gjár.