Samstundis vita vit, at ein útbúgving er at rokna sum eitt atgongumerki til betur fíggjarkor. Tí er tað ein góð íløga og hjálp til sjálvhjálp at gera møguleikarnar hjá støkum uppihaldarum, at nema sær útbúgving, betur enn tær eru í dag.
Javnaðarflokkurin raðfestir henda bólkin frammaliga. Tí vóru vit við til at seta í verk barnastuðul til lesandi við børnum. Soleiðis at hesi fingu 600 kr. um mánaðin pr. barn í eykastuðli. Eisini settu vit, síðsta heyst í verk barnaískoyti til stakar uppihaldarar á 500 krónur um mánaðin. Henda upphædd verður í dag veitt til góð 800 børn.
Hóast stakir uppihaldarar, ið eru undir útbúgving, hava fingið nakrar batar seinastu árini, so er teirra støða framvegis ikki nøktandi. Serliga eru tað høgu bústaðarútreiðslurnar sum eru ein trupulleiki, tí eiga vit at økja lestrarstuðulin til henda bólkin. Tí sjálvt um lógin um lutaíbúðir er á veg í løgtingið, so verður bústaðartørvurin ikki loystur frá degi til dags.
Vit kunnu tó ikki, sum fíggjarstøðan er í dag, tvífalda stuðulin her og nú.
Danmark er einasta norðanlandið, ið letur dupultan lestrarstuðul til stakar uppihaldarar. Tí er freistandi hjá hesum bólki at fara til Danmarkar at nema sær útbúgving. Tað er onki galið í at fólk fara uttanlands at nema sær útbúgving, tá ið tey koma heimaftur geva tey okkum íblástur, og eru við til at flyta okkara samfelag fram á leið.
Tað er tó ikki rætt, um ein samfelagsbólkur verður noyddur av landinum, tí ongin møguleiki er í Føroyum fyri at bøta um síni livikor. Tí hava vit sett okkum sum mál miðvíst at økja lestrarstuðulin til stakar uppihaldarar við 1000 kr. frá 1. januar 2010 og aftur 1000 kr galdandi frá 1 januar 2011.










