Kommunulæknarnir í Eysturoynn gera vart við, at teir eru stak væl nøgdir við sjúkrabilatænastuna, sum hevur virkað í oynni seinastu 11 árini
? Vit fara at heita á tann fyrisitingarliga og politiska myndugleikan at hugsa seg væl um, áðrenn broytingar verða gjørdar, soleiðis at tænastustøðið fyri teir 11.000 borgararnar í økinum ikki versnar, og óneyðugur ótti og ótryggleiki verður skaptur, siga kommunulæknarnir
? Vit gera vart við, at núverandi tænasta verður røkt av vælútbúnum fólki við áralangum royndum og sum hava røkt sítt starv samvitskufult og við sera stórum áhuga.
Kommunulæknarnir gera vart við, at ein lækkan av tænastustøðinum á hesum øki samstundis vil gera arbeiði teirra truplari og harvið truplari at fáa kommunulæknar at leggjast afturat og støðast í økinum.
? Vit meta eitt øki við 11.000 borgarum og munandi fjarstøðu frá sjúkrahúsi hevur sín sjálvsagda rætt at hava eina vælvirkandi ambulansutænastu ? røkta av fólki við hollari útbúgving og royndum.
Skrivað undir skrivið hava:
Pól Jóhs í Horni, kommunulækni í Fuglafirði
Andrias Petersen,
kommunulækni í Gøtu
Kári Rasmussen,
kommunulækni í Runavík
Sverri Lamhauge,
kommunulækni í Runavík
Hálvdan Simonsen,
kommunulækni á Skála
Magnus á Stongunum,
kommunulækni á Eiði