Stak óheppið

?Hatta er bert ein útsøgn frá einum persóni, og satt at siga vænti eg, at hugburðurin hjá Anders Fogh Rasmussen um at danir ikki skulu blanda seg, vigar tyngri í málinum, sigur Jóannes Eidesgaard.

Løgmaður, Jóannes Eidesgaard, heldur lítið um útsagnirnar hjá danska familjuráðharranum, Henriette Kjær, á Danmark Radio mikudagin.
?Tað hevur verið ein greiður málsetningur hjá samgonguni, at vit skulu hava góð viðurskifti við Danmark. Higartil hevur ein felagsskapur og einstakir parlamentarikarar í Føroyum og Danmark úttalað seg, men tá talan er um ein danskan ráðharra, er støðan øðrvísi. Eg haldi tað er ótrúliga óheppi, at eitt umboð fyri stjórnina blandar seg í viðkvæma málið, sigur løgmaður.
Hann væntar kortini ikki, at útsøgnin hjá Henriette Kjær um, at føroyingar eiga at hava fría fosturtøku fer at broyta gongdina í málinum nakað.
?Hatta er bert ein útsøgn frá einum persóni, og satt at siga vænti eg, at hugburðurin hjá Anders Fogh Rasmussen um at danir ikki skulu blanda seg, vigar tyngri í málinum, sigur Jóannes Eidesgaard.

Kjakast í Føroyum
Tað hevur lopið í øði í mangar føroyingar, at danskir politikarar seinastu vikuna hava sagt sína hugsan um fosturtøkumálið. Fleiri vilja vera við, at danir áttu ikki at blanda seg í føroysk viðurskifti.
Danir hava svarað aftur, at málið um fosturtøku er eitt mál, sum grundleggjandi fyri allar kvinnur í heiminum, og tí kenna danir seg hava rætt at siga sína hugsan í málinum.

Væntar tú, at danir í framtíðini í størri mun fara at siga sína hugsan um grundleggjandi rættindini sum javnrættindi og borgararættindi?

-Tað er ómetaliga ringt at siga hvar markið gongur fyri at siga sína hugsan. Eg haldi kortini tað er stak óheppið, at Henriette Kjær sum umboð fyri stjórnina kemur inn og leggur trýst á okkum. Tú skalt minnast, at málið um fosturtøku er eitt felagsmál, har lóggávuheimildin liggur í Danmark. Tað er kortini siðvenja fyri, at skal okkurt henda í málinum er neyðugt at broytingin kemur úr Føroyum, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.