Stak friðarligt í nátt

Hóast ein ørgrynna av fólki er savnað á G! og nógv fólk eru í býnum, hevur alt gingið friðarliga fyri seg og løgreglan hevur ikki havt nakrar serligar trupulleikar.

Í Norðragøtu hevur løgreglan fingið boð um herverk á ein bil og í morgun hava tey ringt av tjaldingarplássinum og meldað, at onkur hevur skorið tjaldið hjá teimum upp í nátt og hevur stolið eina tasku og ein soviposa.