Stak friðarlig nátt

Løgreglan er nakrar ferðir boðsend í sambandi við at fólk ikki dugdu sær hógv

Tað hevur verið stak friðarligt í nátt. Tað sigur løgreglan í morgun. Men nakrar ferðir eru tey kortini boðsend tí at fólk ikki dugdu sær hógv.

 

Fyrstu ferð var, tá ið ein maður var so ólátaður við eitt skeinkistað í Havn, at tey ringdu eftir løgregluni. Tað hendi ikki meir, men maðurin fekk bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar, tað er tað, sum fyrr kallaðist politiviðtøkurnar.

 

Løgreglan varð eisini boðsend, tí fólk vóru so ófriðalig uttan fyri ein bilstøð í Havn, at tey stúrdu fyri, at tað kundi enda við harðskapi, men tá ið løgreglan kom fram, vóru tey kólnað aftur.

 

Og løgreglan varð eisini boðasend, tí ungdómar vóru farnir at flyta vegskeltini í Steinatúni. Tað hendi ikki meiri enn tað, men løgreglan fekk tey upp á pláss aftur, og so var friður av tí.