Tað hevur verið sum á ólavsøku í býnum í Havn í nátt. Tað hava verið tey nógvu tiltøkini, sum eru fyriskipað í samband við mentanarnáttina, sum hava lokkað fólk í býin, og tað var avgjørt ikki ein vansi, at veðrið var av tí besta.
Men løgreglan sigur, at hóast nógv fólk hevur verið í býnum, hevur tað verið avbera friðarligt.
Kortini slepst sjáldan heilt undan, at okkurt stingur seg upp og í nátt hevur løgreglan tikið ein mann fyri harðskap. Hann er skuldsettur fyri at hava sparkað ein annan mann. Maðurin, ið varð sparkaður, fór á Landssjúkrahúsið til kanningar, men hevur ikki fingið nevnivert at skaða, sigur løgreglan.
Men at sparka fólk er álvarsligt og tí varð maðurin tikin. Hann hevur verið avhoyrdur í morgun og løgreglan roynir nú at fáa greiði á, hvat tað akkurát er, sum er hent.
Í dag verður avbjóðingin hjá løgregluni at hjálpa til at fáa maratonrenningina í Havn í dag, avgreidda so væl sum gjørligt, og í hesum sambandi verða løgreglufólk at síggja á nýggju súkklunum, tey hava fingið, og sum vórðu royndar fyrstu ferð í gjár, tá ið løgreglufólk vóru at síggja í býnum á varðferð á súkklu.
Niðanfyri eru fleiri myndir frá mentanarnáttini í Havn










