Stak friðarlig ólavsøka

Gott veður er oftast løgregluni ein lætti um ólavsøkuna. Í ár gjørdist serliga seinni helmingur av ólavsøkuni ófantaligur, men løgreglan hevur kortini havt eina friðarliga ólavsøku

 


Á politistøðini í Havn siga tey, at tey har hava havt eina stak friðarliga ólavsøku.

- Tað hava ikki nógv fólk sovið inni á støðini, segði vakthavandi, tá vit fregnaðust í gjár.

Neyvu tølini vóru ikki til taks, men náttina til mánadagin høvdu bert tveir sovið rúsin av á støðini.

Veðrið gjørdist gott út á leygardagin, men sunnudagurin var vátur við nógvum vindi. Tá náttin kom, gjørdist tó heldur blíðari og tá mánamorgunin kom, var rættuliga gott veður. Hesum nutu tey mongu gott av, ið framvegis hildu ólavsøku, tá gerandisdagurin kom mánamorgunin.

- Veðrið bleiv gott seinni í nátt og hevur hildið sær, segði vakthavandi mánamorgunin.


Fløskur og gløs

Einki tiltak var, sambært løgregluni, ið kravdi serlig átøk frá løgregluni, ið annars var væl mannað um ólavsøkuna.

Fríggjakvøldið var ólavsøkukonsertin. Tá savnast nógv fólk. Mong eru nýbyrjarar, tá tað snýr seg um ólavsøkuhald, og hetta merkir nøkur teirra.

Tó gekk alt væl, sigur løgreglan, men viðmerkir samstundis, at nakað av trupulleikum var av fløskum og brotnum glasi.

Onkur datt og tá var óheppið við mongu glaspettunum.

Men sum heild ein stak friðarlig ólavsøka, staðfestir løgreglan.