Svimjing
Sum altíð vórðu vónirnar stórar, tá 4X100 metra stafettin í blandaðari svimjing var á skránni mikudagin. Føroyar høvd ein góðan møguleika at fáa heiðursmerki, hóast mangulin upp á ein ryggsvimjara viðførdi, at tað nevan gjørdist talan um gull.
Hinvegin varð roknað við, at bronsan kundi fáast til vega, um alt gekk eftir ætlan.
Gekk sum tað skuldi
Tað gjørdi tað sum so eisini. Føroyar byrjaðu illa í ryggsvimjingini, har Kristian Martin kom inn sum nummar fimm, men eftir hetta byrjaði so spakuliga at ganga framá. Bæði Asbjørn og Dia komu tó eisini inn sum nummar fimm, men munurin var minkaðu stórliga, tá Eivind Eysturoy skuldi royna seg á seinasta strekkinum.
Eivind svam seg skjótt framvið teimum, sum hann kappaðist við um triðja plássið, og fagnaðurin í føroyska hópinum var stórur, tá hann kom í mál eitt sekund undan svimjaranum, sum var á fjórða plássinum.
Gleðin stóð við eina løtu, men so komu brádliga eini boð, sum tóku heiðursmerki frá Føroyum. Dómarin metti, at Asbjørn Hansen hevði gjørt firvaldaspørk við beinunum, tá hann svam bringusvimjingina, og tískil var føroyska stafettin diskað.
Keðiligur vani
At føroyska stafettin onkursvegna missir heiðursmerki, sum teir annars áttu at kunna fingið, tykist tíverri at vera vorðin ein keðiligur vani.
Øll minnast vit, hvussu teir vórðu kolldømdir í frísvimjingini í fjør, eftir at teir annars høvdu sett nýtt Oyl-met. Tað ferðina tí ein teirra leyp út í hylin í berari frøi. Týsdagin kiksaðu teir so aftur í 4X50 metra frí, tá eitt mistak viðførdi ein tíðarmiss á eitt sekund, og mikudagin hendi tað so aftur. Stafettin kiksaði aftur.










