Ætlaninar at byggja eitt góðskingarvirki til uppisjóvarfisk í Fuglafirði eru ikki sleptar, hóast tað hevur drigið út at fáa íleggjarar til eina slíka stóra verkætlan. Hóast eitt ár er liðið, síðan Fuglafjarðar kommuna av álvara setti skjøtil á at fáa vinnuna í økinum at byggja eitt góðskingarvirki til uppisjóvarfisk í Fuglafirði, er enn ikki komið á mál.
Kommunan hevur havt Farec International við Óla Samró at hjálpa sær, og í eina tíð hevur eisini verið leitað uttanlands eftir íleggjarum.
Nú er Óli Samró ikki knýttur at Fuglafjarðar kommunu longur, men arbeiðir í tøttun samstarvi við vinnuna í økinum, sum er við í ætlanunum byggja góðskingarvirki í Fuglafirði.
Sigurd Simonsen, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, sigur, at kommunan hevur víst á eitt øki millum Havsbrún og Bergfrost til eitt tílíkt virki, men nú liggur ?stafettin?, sum hann tekur til, hjá vinnuni.
Borgarstjórin dylur ikki fyri, at hann sera fegin hevði viljað sæð eitt góðskingarvirki á havnarlagnum innan eini tvey ár, men hann ásannar, at nógvur peningur skal útvegast, áðrenn ein slík verkætlan kann reisast á føtur.
Sigurd Simonsen væntar, at eitt framkomið góðskingarvirkið til uppisjóvarfisk fer at kosta einar 150 miljónir krónur.
Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur sagt, at Fuglafjørður er best egnaður til eitt slíkt virki, tí Havsbrún frammanundan liggur í økinum og soleiðis kann keypa og brúka alt tað, sum fellir frá í matvøruframleiðsluni.
- Lá góðskingarvirkið í Fuglafirði, hevði uppisjóvarflotin eisini kunnað sloppið av við sína rávøru á einum staði, sigur landsstýrismaðurin, sum annars fegnast um virksemið á Faroe Pelagic í Kollafirði.