Ljósini á Molde Stadion riggaðu ikki í gjárkvøldið, tá dysturin millum Molde og Brann skuldi byrja. Avleiðingin av hesum var, at dysturin ikki kundi byrja fyrrenn ein tíma seinni.
Spælararnir á liðunum báðum vóru ikki komnir út á vøllin, tá dysturin annars skuldi verið byrjaður, samstundis sum menn arbeiddu við at finna feilin í el-skipanini.
Tá klokkan var farin av 21 var enn ikki fult ljós á vøllinum, og enn var einki sum bendi á at feilurin kundi finnast, ljósini tendrast og dysturin spælast.
So líðandi fingu elektrikararnir ein part av ljósunum at rigga, soleiðis at dómarin, Svein Oddvar Moen avgjørdi at dysturin kundi spælast, hóast vantandi ljósføringina.
Avgerðin varð tikin í samráð við dystareygleiðarin hjá norska fótbóltssambandinum og venjararnar, Ole Gunnar Solskjær hjá Molde og Rune Skarsfjord hjá Brann úr Bergen.
Ikki fyrrenn klokkan vísti 21:12 byrjaði dysturin, og endaði annars 2-2, eftir at útiliðið við 10 monnum javnaði í yvirtíðini.
(Mynd: nrk.no)










