Men longu 1. juli verður rennibreytin klár at taka í nýtslu á nýggja stadilon til frælsan ítrótt, sum Havnar kommuna letur gera við Sundsvegin Til Ólasvsøku eiga føroyingar eitt nýtt, flott stadion til frælsan ítrótt.
Byggingin er nógv seinkað, men sambært Rúna Abrahamsen frá MAP arkitektunum, sum stendur fyri arbeiðinum, kemst hetta í stóran mun av, at undirlagið til rennibreytina bert kann leggjast á summarhálvárið, í tað má vera turt, tá hetta verður lagt á.
- Tá vit ikki náddu tað áðren september mánaði var komin, máttu vit bara sanna, at vit ikki fingu gjørt nakað við renniundirlagið fyrr enn um hálvan mai í ár, sigur Rúni Abrahamsen.
Hetta arbeiðið skal verða liðugt 1. juli, meðan restin so skal verða klár at taka í nýtslu til Ólavsøku.
- Talan er um eitt fullfíggjað stadion til frælsan ítrótt. Har verða fasilitetir til kúluvarp, klingruvarp, hamarkast, spjótkast, hæddarlop, longdarlop og stangarlop, umframt alla renning, harundir eisini forðarenning, sigur Rúni Abrahamsen.
Hann sigur, at tala er um fyrsta floks tilfar til rennibreytina.
Hetta er sama slagið av undirlagi, sum liggur á tjóðarstadion í Oslo í Noregi, Bislet. - - Vit hava hildið okkum til norskan standard, og talan er sjálvandi um altjóða góðkent undirlag, sigur Rúni Abrahamsen.
Men sjálvt um teir hava hildið seg til norskan standard, so hava teir eisini kanna eftir, hvat verður nýtt í Hetlandi og Íslandi.
- Tað er serliga við atliti at váta føroyska veðurlagnum, at vit hava valt hetta slagið av undirlagi, sigur Rúni Abrahamsen.