Anna Maria Persson, Valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar Býráð
Havnin eigur at hava eitt stadion til frælsan ítrótt. Býráðið hevur áður sett pening av til stadion, men av ymsum orsøkum er ætlanin enn ikki vorðin veruleiki.
Innan frælsan ítrótt hevur serliga renning verið í stórari menning seinastu árini. Vit síggja, hvussu mong í øllum aldri luttaka í teimum kappingum og tiltøkum, sum verða gjørd. Við eini rennibreyt verða møguleikarnir betri hjá fólki her í býnum, og serliga fyri børnini gerast umstøðurnar munandi tryggari, tá tey sleppa undan at renna úti í tí nógvu ferðsluni.
Við einum stadion til frælsan ítrótt fáa eisini skúlarnir í kommununi góðar møgulleikar at undirvísa í hesi grundleggjandi ítróttargrein, og gjørligt verður at taka uppaftur skúlaítróttarkappinganar í frælsum ítrótti, sum vóru ser væl umtóktar fyri nøkrum árum síðani. Í kjakin-um, sum var, tá ætlanin um rennibreyt rundanum Tórsvøll varð broytt, stuðlaðu umboð fyri skúlarnar í Havn ætlanunum um at fáa rennibreyt.
Eisini fyri elituítróttin er neyðugt at fáa eitt stadion til frælsan ítrótt. Umstøðurnar at venja renning, kast og lop eru nógv verri her hjá okkum enn í grannalondunum. Allar oyggjarnar, sum eru við í Oyggjaleikunum, hava uttan undantak í hvussu er eitt vælvirkandi stadion. Hóast hetta, so eru dømi um før-oyingar, sum hava vant her heima og hava fingið góð úrslit í rennikappingum bæði her og uttanlands. Verða umstøðurnar at venja betri, kunnu vit rokna við enn betri úrslitum. Skulu føroyingar av álvara klára seg væl í altjóða kappingum, so er mest líkt til, at tað verður í einstaklingaítrótti.
Næstu Oyggjaleikir verða komandi summmar í Hetlandi. Skulu vit hava Oyggjaleikirnar aftur í Føroyum verður kravið: Stadion í Havn.
Eitt stadion í Havn er eisini eitt lið í ætlaða heilsupolitikkinum í land-inum. Allir borgarar, eldri sum yngri, kunnu fáa gleði og gagn av tí.