Stadion fyri 130 milliónir

8.000 sitipláss, sum øll eru undir taki. Altjóða góðkent graslíki. Hiti undir og vatn yvir vøllinum. Ljósútgerð á altjóða støði. FSF vil byggja egið stadion fyri 130 milliónir krónur

Fótbóltur

 

Í gjár sendi FSF-forsetin, Óli Holm, út tíðindabræv, har hann greiddi frá, hví hann hevur valt at taka við afturvali til komandi starvsnevndarval.

Í skrivinum verður fyrst tosað í generellum vendingum um trygg og savnandi viðurskifti innan FSF. Og hvussu týðandi hesi eru, um settu málini skulu røkkast.

 

8.000 pláss undir taki

Og talan er í øllum førum um serstakliga stór mál.

- Vit í Fótbóltssambandinum eru á einum máli um, at umstøðurnar at leika altjóða fótbóltsdystir í Føroyum í løtuni ikki eru nøktandi. Tí er neyðugt, at Fótbóltssambandið sjálvt tekur stig til eina meira langsiktaða framtíðarætlan, soleiðis at tørvurin innan hetta økið verður nøktandi og á einum altjóða kravdum støði

- Fótbóltssambandið hevur lagt hugskotið til verkætlanina fram fyri størstu samstarvsfeløgum FSF’s, FIFA, UEFA, Sportfive, høvuðsstuðlum, fótbóltsfeløgunum, Tórshavnar Býráð v.m., og hevur FSF fingið fulla undirtøku frá øllum til framhaldandi arbeiði við verkætlanini, sigur Óli Holm.

Og talan verður um stadion, sum lýkur øll altjóða krøv, verður sagt. FSF hevur søkt Tórshavnar kommunu um lendi, sum helst skal vera um 50.000 fermetrar. Hartil verður dentur lagdur á, at stadion skal liggja væl fyri infrastrukturelt, og skjýtur FSF upp, at leigusáttmáli verður gjørdur fyri 50 ár.