Stadigvekk er framvegis málslig neyðtøka

- eisini forhobentliga, uppmerksomheit, simpilthenn o.s.fr.

STADIGVEKK: Stadigvekk eitur framvegis framvegis á føroyskum. Tú kanst eisini siga enn, alsamt, við sama lag.
Stadigvekk kanst tú ikki siga á føroyskum, tí hatta orðið er danskt, og í Føroyum tosa vit føroyskt, ikki danskt, ella -----!?
At so nógv fólk framvegis fáa seg til at bera slík útlendsk orð um varrarnar, tá tey tosa føroyskt, er bæði harmiligt og ófatiligt. Hatta orðið hoyrir tú hvønn einasta dag.
Nú er tað enntá so galið á Føroya landi, at vit hava fingið umboð fyri máldálkingina, sum alment mælir til, at vit brúka slík ótespilig orð í føroyskum. Skelkandi!
O, móðurmál, hvar enda vit?
Ja, íslendingar siga eisini “framvegis”, men minnist nú til raðfylgjuna: Úr Føroyum fór orðið til Íslands.
E.S.: Sjónvarpið tosaði um “borðtennisskeiðir”. Forvitnisligt! Man talan vera um te- ella súpiskeiðir?
á Borg á Argjum alla sálnadag 2010

Við reinari málkvøðu