Á bátastevnuni fer lokalradio Staðið FM serliga at gera burtur úr vestmenningum, sum hava spælt við ymiskum tónleikabólkum í seksti-og sjeytiárunum.
- Vit fara at krydda sendingina við práti við tónleikarar, og vit fara at spæla tónleik hjá hesum bólkum, siga Pauli Magnussen, Páll Hellu og Símun Olsen.
Staðið FM, sum er nærvarpið hjá øllum vestmenningum, byrjaði at senda í november í 2011. Tað er ungdómshúsið Staðið í Vestmanna, ið eigur Staðið FM, og tað Vestmanna kommuna, sum eigur ungdómshúsið.
Teir, sum í fyrsta lagi standa aftan fyri Staðið FM, eru Pauli Magnussen, Páll Hellu og Símun Olsen, ið líka sum tekur sær av tí tekniska.
- Umframt okkum tríggjar, eru fleiri onnur við, sum hjálpa til við innsløgum. Upptøkur verða gjørdar við vestmenningum, ið sløðast ymsastaðni kring landið - og eisini uttanlands. Tá vestmenningar, sum ikki búgva í Føroyum, eru heima og ferðast, plaga vit at skifta orð við nøkur teirra.
Pauli Magnussen, Páll Hellu og Símun Olsen siga, at Staðið FM sendir hvørt sunnukvøld og síðan verður endursend hóskvøld. Lagt verður fyri klokkan 21, og síðan koyrir lokalradio í hálvan annan til tveir tímar - alt eftir, hvussu nógv er á skránni.
- Vit hava valt at senda prát - og ikki serliga nógvan tónleik. Tá vit ikki senda, liggur Staðið FM stilt og er ikki at hoyra. Vit leggja okkum eftir at upplýsa, soleiðis at tá tiltøk eru í Vestmanna ella hava við Vestmanna at gera, gera vit burtur úr, og ofta liggur sjálv kunningin tíðliga í sendingini sunnukvøld.
Staðið FM hevur egnan frekvens, sum er 101. Sent verður um eina antennu, sum stendur á húsinum, og umframt at hoyrast lokalt í Vestmanna, kann Staðið FM eisini hoyrast eitt nú á Oyrargjógv.
- Tað vanliga er, at vit taka upp tiltøk, sum eru her í bygdini, og síðan verður klipt til og sent, tá sunnukvøldið kemur. Vit senda gjarna ikki beinleiðis frá tiltøkum í bygdini, har bátastevnan tó er eitt undantak. Vit sleppa tó ikki langt burtur frá Staðnum við mikrofonini við teirri útgerð, vit hava.
Pauli Magnussen, Páll Hellu og Símun Olsen vísa á, at Staðið FM eisini sendi á bátastevnuni í fjør - frá umleið klokkan 18 til umleið klokkan 01 um náttina. Soleiðis verður aftur í ár.
Teir tríggir eru samdir um, at Vestmanna er vælsignað við nógvum og góðum fólki, sum hava fingist við miðlar, og hetta hoyrist eisini aftur í Staðnum FM, har fleiri av hesum fólkum hava verið lokalradio’num til hjálpar.
- Meginparturin av arbeiðnum er sjálvboðið, men gjøgnum árini hava vit - eftir afturmeldingunum at døma - glett nógvar vestmenningar sum hava lurtað.
Teir siga, at á bátastevnuni hesaferð fara teir at gera burtur úr vestmenningum, sum hava spælt við ymiskum tónleikabólkum í seksti-og sjeytiárunum.
- Vit fara at krydda sendingina við tónleiki hjá hesum bólkum og skifta orð við teir, sum mannaðu hesar bólkar. Vit fara soleiðis at spæla løg hjá Westhern, Thunderbirds, Naties, Fox og Fools, siga Pauli Magnussen, Páll Hellu og Símun Olsen.
Eftir bátastevnuna í Vestmanna sendir Staðið FM ikki meira í summar, men lagt verður til brots aftur, tá komið er nakað út á heystið.