Í Vestmanna er áhugin fyri hondbólti stórur.
Fyri at gera tað møguligt hjá vestmenningum at fylgja við seinnu hálvfinalunum í Coca Cola steypakappingini hjá kvinnum millum StÍF og VÍF, og millum Kyndil og Neistan, har fleiri vestmannakvinnur eru millum leikarararnar hjá báðum havnarliðunum, so fara Rás2 og Staðið FM 101 at samsenda frá klokkan 17.55 í dag.
Báðir dystirnir, StÍF-VÍF á Skála, og Kyndil-Neistin í Havn byrja klokkan 18 í kvøld. Tróndur Arge sigur frá dystinum millum StÍF og VÍF, og Hilmar Jan Hansen sigur frá dystinum millum Kyndil og Neistan.
Øll kunnu annars hoyra frásagnirnar á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.