- Eg havi eftirlitisskylduna. Men tað er ringt at hava eftirlit, tá eg fái skeiv tøl á borðið, sigur Johan Dahl, sum nú hevur fingið grannskoðaðan roknskap fyri Strandferðsluna.
Fíggjarstýringin hjá Strandferðsluni er ikki nóg væl frágingin. Tað er niðurstøðan í grannskoðarafrágreiðing, sum Vinnumálaráðið almannakunnger ídag.
Sambært grannskoðaða roknskapinum hjá Strandferðsluni fyri 2013 var úrslitið í fjør eitt hall á 4,4 milliónir krónur.
Frágreiðingin vísir á, at mánaðarroknskapirnir hjá Strandferðsluni eru ikki rættvísandi. Eisini hevur Strandferðslan stýrt eftir einari fíggjarætlanin, sum er 4,6 milliónir krónur hægri enn játtanin.
Og somuleiðis sigur grannskoðarafrágreiðingin, at eftirlitið hjá Strandferðsluni hevur ikki verið nóg neyvt.
- Óhefta grannskoðarafrágreiðingin staðfestir, at fíggjarstýringin hjá Strandferðsluni ikki hevur verið nøktandi. Frágreiðingin er atfinningarsom, og staðfestir, at stovnurin ikki hevur stýrt eftir játtanini, sum stovnurin hevur fingið. Hetta eigur ikki at koma fyri, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.
Fíggjarstøðan á Stranferðsluni hevur longu kostað Boga Mortensen stjórastarvið.
Vinnumálaráðið vísir somuleiðis á, at ráðið er farið undir at endurskoða mannagongdir í sambandi við játtaneftirlit.
Hoyr samrøðu við Johan Dahl við at trýsta á pílin undir myndini.