HB hevur í kvøld kunngjørt, at teir hava gjørt sáttmála við landsliðsáleyparan, Arnbjørn T. Hansen. Hann skiftir frá EB/Streymi, sum hann hevur spælt við alla sína tíð í bestu deildini.
Les eisini: - Eg spæli við EB/Streymi árið út
HB hevur í fleiri ár roynt at fingið Arnbjørn til felagið. Fyri tveimum árum síðani var nær við, men Arnbjørn valdi tá at gera nýggjan tvey ára sáttmála við EB/Streym. Millum annað fíggjarliga støðan í felagnum ger nú, at onkrir av teimum stóru profilunum leitað aðrastaðni.
Arnbjørn hevur skotið 129 mál í 209 dystum fyri EB/Streym í bestu deildini, sambært faroesoccer.com.
Heimasíðan hjá HB skrivar:
Fyri løtu síðan varð avtalað gjørd ið knýtir ein av skarpastu áleyparunum í føroyskum fótbólti, Arnbjørn T. Hansen, til Havnar Bóltfelag.
Arbjørn Theodor Hansen er 28 ára gamal og hevur alt sítt vaksna lív spælt við EB/Streymi har hann hevur bomba mál inn á samlibandi.
Ein góðan part av ungdómsárunum leikti Arbjørn tó við HB og tí eru vit sera errin og glað fyri at vit fáa besta áleypara í landinum aftur í hópin.
Síðan 2006 hevur Arnbjørn skotið fleiri enn fimtan mál nærum á hvørjum ári. Eisini hevur hann verið fastur fúsur á umdómslandsliðunum eins og A-landsliðið eisini hevur notið gott av skarprættaranum.