Staðarnavnanevndin sett av nýggjum

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur valt limir í Staðarnavnanevndina fyri komandi fýra árini.

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur valt limir í Staðarnavnanevndina fyri tíðarskeiðið 1. januar 2015 til 31. desember 2019:

 

  • Eivind Weyhe, lektari emeritus, mag. art. í føroyskum máli - eftir tilmæli frá stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya
  • Anfinnur Johansen, lektari mag.art. - eftir tilmæli frá stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya
  • Lena Reinert, granskingarhjálpari, bachelor í føroyskum máli við staðarnøvnum sum starvsøki - eftir tilmæli frá stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya
  • Kristin Magnussen, mag. art – eftir tilmæli frá Málráðnum
  • Stein Fossá, deildarleiðari fyri kort og skráir – eftir tilmæli frá Umhvørvisstovuni

 

Nevndin skipar seg sjálv við formanni, sum skal vera eitt av umboðunum frá stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya.

 

Staðarnavnanevndin umsitur løggilding av staðarnøvnum og hevur avgerðarrætt í hesum sambandi. Uppgávurnar hjá nevndini fevna m.a. um áseting av formi og stavseting av staðarnøvnum í almennari nýtslu, eitt nú á kortum, skeltum og í skúlabókum.

 

Staðarnavnanevndini virkar sbrt. reglugerð frá 6. juli 2010.

 

 

Mentamálaráðið, 23.12.2014