Ein tann svartasti dagurin hjá HB var uttan iva, tá teir tann 2. juli taptu við tennis-tølum móti grannunum úr B36. Men samstundis sum hetta sendi lagið í botn, so kann í dag staðfestast, at hetta var vendin hjá liðnum. Siðani tá hevur HB nevnliga ikki tapt, og tað vitnar um støðufesti, heldur Rasmus Nolsøe, sum alt árið hevur spælt í miðverjuni hjá HB.
- Síðani tá hava vit í øllum førum verið rættilgia stabilir. Fyrst og fremst, so settu vit okkum fyri, at nú skuldu vit stríðast meira. Tað eydnaðist, og sum kappingin leið, so høvdu vit – ein lítlan – møguleika fyri gullinum. Men vit vóru samdir um, at so leingi, sum tann møguleikin var til staðar, so skudlu vit stríðast fyri honum, og tað gjørdu vit.
- Og í dag vóru vit sum so rættiliga avkláraðir. Vit kundu ikki gera nakað av sjálvir, men vunnu vit okkara dyst, so kundu vit ikki gera meira. Og sjálvt um tað stóð nógv á, so eydnaðist tað – tíbetur, segði Rasmus.










