Stabilitetur

Ein atomroyndarspreinging fleiri túsund kilometrar burtur hevur havt eina sjónliga ávirkan í Føroyum og fyllir nærum alla síðu 9 í Dimmalætting 11. juni

Talan er ikki um vandamikið geislavirkni, men um málburð. At Útvarpið í eini tíðindasending hevur loyvt sær at siga, at Norðurkorea ”undirgrevur støðufesti”, hevur fingið ilt í heiðamannin Jóhan Petersen ið vísir á, at teir í staðin kundu sagt, at Norðurkorea ”undirgrevur stabilitetin í økinum”.

Haldi at okkara málfrøðingar saman við Útvarpinum hava hava gjørt eitt megnar dygdargott arbeiði at savna og varðveita málsliga dýrgripin, tí vit eiga eitt fjølbroytt, ríkt og livandi mál í talu og skrift, ikki minst sendingini Orðabókin fyri at takka. Haldi somuleiðis, at okkara málfrøðingar mangan hava verið hepnir við at smíða nýggj føroysk orð, sum við tíðini fella náttúrliga fyri okkum at nýta s.s. tyrla og telda. Vit eiga, at kunnu loyva okkum at vera varin um málið, uttan at eyðmerkjast sum puristar.

 

Gongur ella rennur Miðflokkurin undan?

Í aðrari grein hartar Jóhan Petersen formann Miðfloksins Jenis av Rana, løgtingsmann fyri at renna undan sínum egna skugga og sigur, at hesin í september 2001 keypir yvirtøkur fyri 366 milliónir og hálvt ár seinni ikki vil gjalda. Jenis av Rana svarar: ”Grundhugsan mín um blokkin er annars, at hann er ogn okkara. Eingin meining er í við einvísari minking, at geva einum ríkum landi sum Danmørk pening, sum vit og eftirkomarar okkara eiga”. Bill Justinussen vísir í svargrein 12. juni, at Miðflokkurin ikki rennur undan nøkrum sum helst, men gongur undan og vísir veg. ”Vit føroyingar, skulu gjalda okkara egnu rokningar”. Víst verður til støðuna hjá Jenis av Rana í 2002 um fíggjarligu uppgerðina við danir.

 

Vil Miðflokkurin ikki minka ríkisveitingina?

Tann 02.02 – 2008 bleiv eitt samgonguskjal undirritað millum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Miðflokkin. Undir Ríkisveiting verður sagt.

Málsøki Serumsorgan verður yvirtikið. Kostnaðurin er 117 milliónir. Upphædd av ríkisveitingini verður árliga sett til viks at røkka hesum máli. Fíggjarmálaráðharri var Karsten Hansen úr Miðflokkinum. Hóast roknað varð við einum hallið áljóðandi tvey til 300 milliónir var ætlanin, at samráðingarnar við danir seinasta heyst skuldu viðføra niðurskurð 60 milliónir á Ólavsøku og at samlaða skerjingin í blokkinum 117 milliónir skuldi verða framd 1. januar 2010. Fyri Sjálvstýrisflokkin var altavgerandi, at bleiv skerjing framd var ein fortreyt, at tilsvarandi avlop var á fíggjarlógini, sum gjørdi eina lækking møguliga.

Vil Sambandsflokkurin ikki minka blokkin ? Tá BAC samgongan bleiv skipað,varð eisini ein áseting viðvíkjandi ríkisveitingini í samgonguskjalinum.Undir yvirskriftini Ríkisveiting stendur.?Ásannandi, at tað er umráðandi fyri samfelag okkara at vaksa seg til ein sjálvberandi búskap, er semja millum flokkarnar um, at ríkisveitingin verður lækkað við 15 prosentum av reella inntøkuvøkstrinum av skattum og avgjøldum hjá landskassanum við støði í meðal vøkstrinum seinastu 5 árini. Skipanin kemur í gildi í sambandi við fíggjarlógina fyri 2010.

Er politiska semjan sostatt ikki rættuliga breið um, at gongdin við ríkisveitingini er einvegis ?

Johan Petersen og hinir í Sambandsflokkinum hava við verandi samgonguskjali framt eina royndarspreinging við sterkari løðing. Nú eru sambandsmenn til reiðar at lækka blokkin óheft av yvirtøkum og óheft av fíggjarorku – hvør undirgrevur tá stabilitetin?