Suðuroyarsiglingin
Seinastu vikurnar hevur veðrið verið skubbut. Tað hevur ikki minst ferðafólkið við Strandferðsluni ásannað.
Ikki minst hevur Smyril havt nakrar ófantaligar ferðir ímillum Havnina og Suðuroynna og ta einu ferðina fór ein lastbilur á dekkinum á glið og gjørdi eitt sindur av skaða frá sær.
Tá var okkurt galið við stabilisatorunum, so at bara tann eini virkaði. Og síðani er vanliga fatanin, at brekið ongantíð er rættað og at Smyril framvegis bara siglur við einum stabilisatori.
Men hetta er skeivt, sigur Magnus Magnussen á Strandferðsluni.
Hann sigur, at bæði umborð á Smyrli og á Strandferðsluni annars, frætta tey javnan frá fólki sum kæra seg um, at stabilisatorarnir ikki virka og tey frætta eisini frá fólki sum rætt og slætt setast aftur av tí sama, tí tey halda, at Smyril rullar nógv verri enn hann plagar.
Men Magnus Magnussen sigur, at brekið varð rættað stutt eftir ferðina, tá ið lastbilurin fór á glið.
?Fólk skuldi koma uttaneftir at rættað brekið og nú er nakað síðani, at maðurin kom og tá varð brekið rættað. Tað er nú ein mánaði síðani, at brekið varð rætta.
Sostatt virka stabilisatorarnir á Smyrli sum teir eiga, so tað skal ikki vera orsøk til at setast aftur, tí hann rullar ikki verri enn hann plagar, sigur Magnus Magnussen.
Hann sigur, at eitt heilt annað er, at veðrið hevur verið ógvuliga ringt at kalla í fleiri vikur út í eitt og at tað tí hava verið nógvar ringar ferðir um Suðuroyarfjørð, hóast stabilisatorarnir virka, sum teir eiga.