Magni Laksáfoss hevur nú tikið sætið í fíggjarnevndini fyri Sambandsflokkin og hann er sinnaður at gera tað, sum varamaður hansara, Kaj Leo Johannesen, ikki vildi Nú er líkt til, at Strandferðslan kortini fær eina játtan í skundi, so at hon fær ráð til at umvæla stabilisatorarnar á Smyrli.
Málið hevur fyrr verið til viðgerar í fíggjarnevndini, men tá blokeraði nevndin tað.
Tá ið fíggjarnevndin blokeraði málið, var tað varamaðurin hjá Sambandsflokkinum, Kaj Leo Johannesen, sum hevði sæti í nevndini, tí fasti limur floksins, Magni Laksáfoss, var burturstaddur.
Men nú er tað so heppið, at Magni Laksáfoss er afturkomin, samstundis sum Kaj Leo Johannesen -sambært Johan Dahl- er burtustaddur.
- Eg havi tosað við Magna Laksáfoss og hann er sinnaður at taka undir við málinum og tað havi eg boðað løgmanni frá, sigur Johan Dahl.
Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í fíggjarnevndini, sigur, at hon er farin at kalla fíggjarnevndina saman og hon væntar, at tað fer at eydnast í morgin.
Magni Laksáfoss skal burtur aftur seinnapartin í morgin, so skal nevndin vera fullmannað, verður neyðugt at limirnir góðtaka at víkja frá tíðarfreistini.
- Higartil sær tað positivt út við tí, sigur Eyðgunn Samuelsen.
Men er ikki vilji til at víkja frá tíðarfreistini, verður nevndin helst kallað saman seinnapartin, men so verður bara ongin sambandsmaður við í viðgerðini, tí bæði fasti limurin og varalimurin eru burturstaddir.
Sostatt bendir alt á, at fíggjarnevndin fer at viðgera eykajáttanina til Strandferðsluna í morgin og at úrslitið verður, at 8,8 milliónir verða játtaðar, so at stabilisatorararnir kunnu umvælast til veturin kemur.
Ls eisini longur niðri á Portalinum ?lagnan á Smyrli liggur nú í hondunum á Sambandsflokkinum?