Stabæk vann um vikuskiftið norska meistaraheitið í næstseinasta umfari av tippuliguni. Stabæk spældi ímóti Vålerenga, og oddaliðið vann stórsigur 6-2. Íslendski álopsspælarin Veigar Páll Gunnarsson skoraði hattrick, og danski Christian Keller, sum hevur verið millum mest týðandi spælararnar á liðnum í ár, skoraði seinasta málið í dystinum. Frederiksstad var í hølunum á Stabæk, men nú kunnu teir ikki longur fáa Stabæk aftur.










