Stabæk liggur til gull

Stabæk liggur nú til at vinna norska meistaraheitið. Endaliga avgerðin er ikki fallin, men nú er tað bert ein teoretiskur spurningur, áðrenn Stabæk kann kalla seg meistari. Stabæk vann 2-1 um vikuskiftið, og nú tað mangla tvey umfør av norsku kappingini, skal nógv ganga galið, um Stabæk skal kiksa. Teir skulu tapa báðar teir seinastu dystirnar stórt, samstundis sum Fredrikstad skal vinna stórt.