Staðið hart á

?Hetta er ein sigur fyri samanhaldið millum feløgini, sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag

VERKFALL

Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag fekk ein rættiligan elddóp í nýggja sessinum. Hann gjørdist stutt síðani formaður, og nú hevur hann so staðið á odda fyri sínum felag í drúgva sáttmálastríðnum og verkfallið.
Og tað hevur ikki bara verið lætt, sigur Hans.
?Tað hevur verið eitt stórt trýst á mær. Eg havi fingið nógvar lortaspannir á meg, men eg havi breiðan rygg og standa fast, sigur Hans Joensen.
Tá vit hittu hann, beint eftir, at hann hevði sett sína undirskrift á nýggja sáttmálan, var lagið gott, og hann fegnaðist um, at samfelagið nú aftur fer at koyra sum vant.

Gjógvin
Boðskapurin hjá Hans Joensen hevur verið, at gjógvin millum tey ófaklærdu og hini ikki skal vaksa. Fáa feløgini, sum samráðast við tað almenna meira enn arbeiðarafeløgini, so vil Havnar Arbeiðsmannafelag eisini fara eftir meira, tí gjógvin skal ikki vaksa.
Hans heldur, at lønarvøksturin væl kundi verið meira, men hetta var so tað, ið semja fekst um.
?Hetta er ein sigur fyri samanhaldið millum feløgini, sigur Hans Joensen, sum bara er styrknað, meðan verkfall hevur verið.
Arbeiðsgevararnir siga, at teir skuldu gjalda eitt loysigjald fyri alivinnuna og kendu seg sum gíslar.
?Eg kann svara, hvat teirra følilsir eru. Men eg eri valdur at gera eitt arbeiði fyri limirnar í felagnum, og tað havi eg so gjørt, sigur Hans Joensen.