Staðið har fólkið og listin hittast

Ólavsøkudag 28. juli í middegi letur Sofus Poulsen listamaður upp gallaríið "A La Prima Gallery" í Bringsnagøtu 5 í Havn. Fyrsta framsýningin verður ein felagsframsýning við fleiri listafólkum

Nýggja gallaríið í Bringsnagøtu hevur fingið navnið "A La Prima Gallery", og skal vera staðið har fólkið og listin hittast. Sofus Poulsen sigur, at navnið A La Prima kemur av tí arbeiðshátti sum impressionistar og fríluftsmálarar nýttu sum t.d. William Heinesen og Jákup Olsen. Teir fóru út í náttúruna og teknaðu skitsur og gjørdu síðan málningin lidnan í eini arbeiðsgongd. Ofta vóru hetta smáir málningar, ið seinni vórðu brúktir sum forstudie til størri oljumálningar.

A La Prima Gallery er bæði gallarí og verkstaður. Tað vil siga, at listafólk sum leiga seg inn kunnu gera síni listaverk liðug, samstundis sum tey sína fram.

Gallaríið skal vera eitt alternativt listaumhvørvi við eksperimenterandi framsýningum og eitt stað, har ung listafólk kunnu menna síni talent, bæði við málningum, skulpturum og øðrum listaverkum. Eingin ávísur stilur hevur framíhjárætt. Gallaríið er fyri bæði roynd og óroynd listafólk í Føroyum, sum ynskja at koma fram og debutera - eisini áhugaðir útlendingar.

Hóast A La Prima er lítið í vavi, er tað stak hugnaligt við benkrum og bjálkum og rúmar eini 30-40 smærri listaverkum, sum primert venda sær til vanliga fólkið. Kend listafólk hava møguleika at sýna fram minni listaverk, sum tey kunnu selja til eina breiðari fjøld, soleiðis at fólk at hava møguleika at keypa eitt originalt listaverk fyri ein rímiligan prís.

Tá heimasíðan www.alaprimagallery.com um stutta tíð verður liðug, verða slóir til øll listafólkini sum sýna fram, soleðis verður gallaríið meira sjónligt. Tey sum sýna fram, avgera sjálvi nær tey hava opið - tað skal helst vera millum kl. 10 og 18, sigur Sofus Poulsen.