Tá dómsnevndin á fundi mánakvøldið viðgjørdi málið um spæliloyvið hjá Páll M. Joensen, hevði niðurstøðan sum so einki við kjarnuna í málinum at gera.
Niðurstøðan hjá Dómsnevndini var, at formliga handfaringin av málinum var skeiv, og tí ógyldagi nevndin allar úrskurðir, sum higartil vóru gjørdir.
Grein 40 í kappingarreglunum fyri FSF staðfestir, at at »Brot á hesar reglur verða viðgjørd av Kappingarnevndini&«.
Grundað á hetta staðfesti Dómsnevndin, at tað var skeivt av Kappingarnevndini, tá hendan skeyt málið frá sær og yvir til Starvsnevndina. Somuleiðis staðfesti Dómsnevndin, at Starvsnevndin ikki hevði heimild til at viðgera málið.
Stóra spurnarteknið eftir hetta varð, hvørt dómurin skuldi skiljast soleiðis, at málið nú var avgreitt, ella um hetta merkti, at málið skuldi aftur til Kappingarnevndina.
Tann spurningin fekk FSF Christian Andreasen, løgfrøðing, at tulka, og tað er tann niðurstøðan, sum nú hevur borið við sær, at málið nú aftur er at finna í kappingarnevndini.