Staðfesta semju um Barentshavið

Herfyri komu stjórnirnar í Noregi og Russlandi ásamt um, hvussu londini skulu býta eitt umstrítt øki í Barentshavinum, og nú skal semjan staðfestast. Tað hendir í Murmansk tann 15. september, tá uttanríkisráðharrarnir báðir, Jonas Gahr Støre og Sergej Lavrov, fara at skriva undir avtaluna.

Økið, sum norðmenn og russar hava verið ósamdir um, er umleið 175.000 ferkilometrar stórt. Hetta er góð fiskileið, og harafturat tykist rættiliga vist, at bæði olja og gass eru í undirgrundini undir havbotninum.

Eftir semjuni, sum londini hava gjørt aftan á samráðingar í 40 ár, verður tað umstrídda økið býtt at kalla javnt ímillum Noreg og Russland.