Flaggdagshald
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík:
Sólin ditti sær at kaga fram, sum hon ikki hevur gjørt í langa tíð. Lýtt var í veðrinum, og ein rúgva av fólki hittust á Vágstúni til at hátíðarhalda okkara egna Merkið.
Onkur tók til, at eini 800 fólk vóru savnaði, men hetta tora vit tó ikki at gita nærri um. Ein sannroynd er tað tó, at long tíð er síðani, at ein slík rúgva hevur við til flaggdagshald í Klaksvík.
Bæði skótaliðini saman við Klaksvíkar Hornorkestri settu eisini sín dám á góða várdagin, og vóru við til at gera hann enn hugnaligari.
Merkið boð um frælsi
Røðari hesu ferð var Poul Færø, sum í mong ár hevur verið virkin trúboðari og er kendur av flestu klaksvíkingum.
Í røðu síni legði hann stóran dent á, at vit føroyingar mugu minnast til, hvørji vit eru.
Hann legði út við teim gomlu føroyingunum, sum vunnu Merkinum virðing við teirra lívshættisligu sigling undir Seinna Veraldarbardaga. Poul segði millum annað, at hesi roynisbrøgd útintu, at Merkið vann sær ta virðing, tað hevði uppiborið, tí teir, ið tað hevjaðu og kendust við, prógvaðu virðið tess við egnum lívi, líka til deyðan.
Viðurkenningin fyri hetta er tann æruarvur, at vit sum fólk í dag kunnu ganga undir frælsi.
- Merkið ber bæði við tess skapi og litavali okkum boð um frælsi, segði Poul.
Nógvar møguleikar
Eisini tað meira andaliga fekk pláss í røðuni hjá Poul Færø.
Hann tók fram, at skapið á Merkinum boðar okkum frælsi sum jarðbúgvar, frælsi frá synd og øllum tí, sum hongur uppi í henni. Eitt frælsi, sum ikki er okkum í holdi borið, men sum er givið okkum av Skapara og Frelsara okkara.
Eisini litavali í Merkinum fekk umrøðu, og segði Poul, at her eru nógvir møguleikar at velja í, tí litirnir tala um alt tað, sum vunnið er higartil.
Eitt reinlyndi so hvítt og klárt, har hvør hjálpir hvør øðrum og er viðkomandi øllum.
Hin reyði liturin, sum sigur nakað um áræði og arbeiðshug bæði á sjógvi og landi, har sjógarpar og arbeiðandi fólk á landi ganga hond í hond, og luta korini bæði í gleði og sorg.
Men hugaligast segði Poul tað vera at minnast hin bláa litin, sum er vónarliturin. Ein litur, har eingin hugur er at fella í fátt, men lívið so leikandi gevur enn størri áræði um avbjóðingarnar eru ræðandi.
- Hvør rík eru tit ikki í dag, børn og tey í manndómi. Lítið at teim møguleikum, sum liggja fyri framman. Latið "mót við vanda vaksa", sum Victor Danielsen so væl smíðar saman, var boðskaðurin frá Poul til tey ungu.
Fara væl um
Poul Færø endaði røðu sína við at minna okkum øll á hjartatáttin, sum hvør einasti íbúgvi í hesum landi situr inni við í sambandi við Merkið og tjóðina.
- Hjartatátturin er og verður títt háttalag í samfelagnum. Onkur hevur sagt, at "tanker er toldfri", men eru teir nú tað?, spurdi Poul.
Víðari segði hann, at vit eru tað, sum vit hugsa. Poul tók fram, at tað eru hugsanir tínar í tí loynda, sum sjónliga og almen sermerkja títt lív.
- Tú kanst ikki hugsa eitt, og vera eitt annað, segði hann.
- Tískil er so umráðandi, at Hann, sum eigur skapi Merkisins, eigur teg og meg í huga og gerð. Tá vil tað verða ein sjálvfylgja at litir Merkisins sermerkja hin einstaka, so tað verður ein sjálvfylgja at kennast við tjóðina og fylkjast undir Merkinum, endaði Poul Færø røðu sína á flaggdagshaldinum í Klaksvík.