Sambandsflokkurin hevur sent eitt nýtt uppskot til samtyktar í Løgtingið. Vónin er, at allir flokkar taka undir við uppskotinum, ið er tvørpolitiskt.
Sambandsflokkurin skjýtur upp, at landsstýrið kannar, um tað kann staðfestast, hvør hevur ábyrgdina av, at grindahvalir í dag eru so illa dálkaðir, at hvørki tvøst ella spik, sambært landslæknanum, eru egnað sum mannaføði.
Vit halda eisini, at landsstýrið má kanna, um tað ber til at reisa rættarlig krøv móti dálkarunum. Teir eru ídnaðarlond, har kol verður nógv brúkt sum orkukelda. Kolanýtsla er ein høvuðsorsøk til, at grindahvalur er kyksilvurdálkaður.
Kunningarátak úteftir
Uppskotið hjá Sambandsflokkinum er byrjanin til eitt átak, har Føroyar skipað fara at kunna heimssamfelagið um dálkingina av stórum havsúgdjórum. Tað kann gerast saman við Danmark, Grønlandi og øðrum londum, ið hava áhugamál á hesum øki.
Hvalur, kópur og ísbjarnir eru eftir øllum at døma so illa dálkað djór, at skjótt er hetta tilfeingi ikki longur til taks hjá tjóðum, ið gagnnýta tað. Henda gongd má steðgast.
Í áratíggju hava útlendingar funnist at føroyingum fyri at drepa grind. Nú er skjalprógvað, at størsta hóttanin kemur uttaneftir. Tíðin er komin at venda kanónunum.
Kolið er stóri syndarin
Frameftir verður kol í stóran mun brúkt sum orkukelda, serliga til el-framleiðslu. Berlingske Tidende skrivar 6. jan., at umhvørvisumsitingin í USA upplýsir, at síðani 1980 er nýtslan av koli tvífaldað. Verandi nýtsla verður trífaldað innan 2030. Hetta fer, sum verða man, at dálka grindahvalin uppaftur meira.
Asia er stóri dálkarin við 2/3 av kiksilvurdálking heimsins, ið tilsamans er uml. 2000 tons av kyksilvuri árliga. Danskir granskarar eru harumframt komnir eftir, at Kina stendur aftan fyri stóran part av kyksilvurdálkingini í arktisku økjunum.
Her eru rímiliga greiðar adressur at seta á mótmæli og arbeiðið at ávirka dálkandi lond. Landsstýrið eigur saman við øðrum londum at royna at ávirka asiatisk lond, serliga Kina, til at avmarka kolanýtsluna frameftir og í staðin at brúka aðrar og reinari orkukeldur.