Staðfest: Orknoyggjar skulu hýsa oyggjaleikunum í 2023

Altjóða oyggjaleikasamgongan hevur ársfund í Gibraltar í hesum døgum

Tað hevur ligið í kortunum í longri tíð, og ígjár var tað endaliga staðfest á ársfundinum hjá altjóða oyggjaleikasamgonguni, Orknoyggjar verður vertstjóðin fyri oyggjaleikirnar á sumri í 2023. Á ársfundinum í Gibraltar var tað einmælt samtykt, at Orknoyggjar skulu hava vertskapin í 2023.

 

Oyggjaleikirnir í 2019 verða í Gibraltar, og oyggjaleikirnir í 2021 verða á Guernsey. 

 

Í november í fjør var altjóða oyggjaleikanevndin á vitjan í Kirkwall á Orknoyggjunum, og har fingu tey staðfest, at umstøðurnar eru nøktandi.

 

Í størsta býnum, Kirkwall hava tey ein stóran ítróttarmiðdepil tey nevna "The Pickaquoy Centre", har nógvar kappingar verða avgreiddar. Orknoyggjar hava eisini tveir golfvallir. Flestu kappingarnar verða í Kirkwall, har tað búgva 9.000 fólk.

 

Hetta er fyrstu ferð oyggjaleikirnir verða á Orknoyggjunum, og hetta er tað nærmasta leikirnir verða Føroyum síðani oyggjaleikirnir í 2005 vóru í Hetlandi. Oyggjaleikirnir verða væntandi í Føroyum í 2029. Seinast Føroyar vóru oyggjaleikavertir var í tí Harrans ári 1989.

 

Altjóða flogvøllur er í Wick norðast í Skotlandi, og úr Wick er stutt upp til Scrabster har ferja siglur til Stromness á Mainland, ið er høvuðsoyggin á Orknoyggjum, har Kirkwall eisini liggur. Tað tekur umleið 25 minuttir at koyra úr Stromness til Kirkwall.

 

Fyrireikararnir á Orknoyggjunum vænta 2.000 ítróttarfólk, venjarar, leiðarar, miðlafólk og áskoðarar úr hinum oyggjunum til oyggjaleikirnar á Orknoyggjunum í 2023.