Endaliga úrslitið av kommunuvalinum í Tórshavnar kommunu er, at Javnaðarflokkurin fær sjey umboð í býráðið og harvið reinan meiriluta.
Men tað er ógvuliga tætt millum sjeynda mannin hjá Javnaðarflokkinum og Framsókn, átta atkvøður, so ein fínteljing kann møguliga broyta býtið av umboðum.
Javnaðarflokkurin fekk 4.599 atkvøður og sum nevnt sjey mans, Tjóðveldi fekk 2506 atkvøður og trý umboð, Fólkaflokkurin 1756 og tvey umboð, meðan Sambandið fekk 1130 atkvøður og varðveitti sítt umboð.
Nógv flestar atkvøður fekk Heðin Mortensen við 2637.
Í nýggja býráðnum sita nú
Heðin Mortensen C 2637
Bjørghild Djurhuus C 281
Helena Dam á Neystabø C 200
Sigrun Mohr C 181
Elin Lindenskov C 178
Tróndur Sigurðsson C 177
Halla Samuelsen C 170
Jógvan Arge E 445
Marin Katrina Frýdal E 415
Jàkup Dam E 307
Sjúrður Olsen A 310
Bogi Andreasen A 259
Annfinn Brekkstein B 345
Fólkaflokkurin 1756
Sambandsflokkurin 1130
Javnaðarflokkurin 4599
Sjálvstýrið 208
Tjóðveldi 2506
Miðflokkurin 287
Framsókn 649