Hendingin fór fram á sjúkrahúsinum í Mode í Noregi hin 19. februar í ár, og sambært VG var tað løgreglan, sum fann út av, at kvinnan, sum á sjúkrahúsinum varð staðfest neyð, kortini var á lívi. Heimasíðan skrivar, at málið er lagt fyri Statens Helsetilsyn, sum tað kallast í Noregi.
Umrødda kvinna var rættiliga niðurkøld, tá hon varð funnin í kavanum hin 19. februar og varð løgd inn á sjúkrahúsið í Molde. Eftir, at hon kom á sjúkrahúsið, versnaði heilsustøðan, og nógvi kuldin førdi til hjartasteðg og fylgjandi royndir at fáa kvinnuna aftur til lívs.
Tá løgreglan kom á sjúkrahúsið í Molde fyri at staðfesta deyðsfallið og byrja kanningararbeiðið í málinum, skal løgreglan hava lagt til merkis, at kvinnan kortini ikki var deyð. Sambært TV2 var tað ein løgreglumaður, sum sá, at kvinnan rørdi seg og gav ljóð frá sær. Tá hetta hendi, fóru tey á sjúkrahúsinum sambært miðlunum aftur í holt við at geva kvinnuni lívgevandi hjálp.
Kriminaldeildarleiðarin, Elin Drønnen, sigur í telduposti við VG, at løgreglan fekk fráboðan um deyðsfallið 19. februar klokkan 11.44 frá sjúkrahúsinum í Molde, eftir at ein persónur varð funnin ógvusliga niðurkøldur.
- Tá vit fáa fráboðan um deyðsfall, er tað okkara uppgáva at finna út av, um nakað revsivert er farið fram. Kanning varð sett í verk í hesum máli, og løgreglan fór út, tá fráboðan kom til alarmsentralin, skrivar kriminaldeildarleiðarin, Elin Drønnen. Hon leggur aftrat, at tað vísti seg, at persónurin kortini ikki var deyður, og at tað tískil ikki var nakað illgrunasamt deyðsfall í málinum.
Elin Drønnen sigur, at hetta kann gerast eitt politimál, um tað verður meldað, og sambært fakleiðaranum á sjúkrahúsinum í Molde, Torstein Hole, er málið vorðið meldað til løgregluna orsakað av "helsetjenestens rutiner”, sum hann rópar tað.