Staðfest: Birna varð dripin

Líkskoðanin hjá rættarlæknum hevur staðfest, at Birna Brjánsdóttir varð dripin

Sunnudagin varð líkið av Birnu Brjánsdóttir funnið, eftir at unga kvinnan hevði verið horvin í meiri enn eina viku.

Íslendska løgreglan sigur í morgun, at líkskoðanin hevur staðfest, at talan var um Birnu Brjánsdóttir, sum varð funnin á sjónum við Selvogsvita. Eisini staðfesta rættarlæknar, at Birna varð dripin.

Grímur Grímsson, kanningarleiðari hjá íslendsku løgregluni, vil ikki siga nakað um deyðsorsøk og umstøður. Hann sigur, at endaliga frágreiðingin frá líkskoðanini verður liðug eftir vikuskiftið.

Tveir mans eru varðhaldsfongslaðir í málinum. Teir nokta seg sekar.