Staðfest at maðurin druknaði

Í gjár, hósdagin, vóru kanningar gjørdar av manninum, sum varð funnin deyður á Eystaruvág nýggjársdag. Tær hava staðfest, at maðurin druknaði.

Annars er ikki nógv nýtt at koma eftir í málinum. Maðurin er seinast sæddur á lívið nakað fyrr um kvøldið í býnum í Havn, og løgreglan veit enn ikki, hvussu tað bar til, at maðurin endaði á sjónum og druknaði.