Staðarnavnanevndin mannað

Nevndin, sum skal áseta form og stavseting av staðarnøvnum í almennari nýtslu, er nú mannað. formaður er Eyvind Weihe Staðarnavnanevndin umsitur løggilding av staðarnøvnum og hevur avgerðarrætt í hesum sambandi.

Uppgávurnar hjá nevndini fevna m.a. um áseting av formi og stavseting av staðarnøvnum í almennari nýtslu, eitt nú á kortum, skeltum og í skúlabókum.

Arbeitt verður í løtuni við reglugerð um virksemið hjá Staðarnavnanevndini. Reglugerðin verður kunngjørd fyri stjórnarráðum og stovnum undir landinum, tá hon er liðug.

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, hevur við heimild í fráboðan nr. 84, frá 30. september 2008 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar sett eina nevnd at varða av staðarnavnaspurningum.

Fyrsta nevndarskeiðið er frá 1. januar 2010 til 31. desember 2014. Hesi manna nevndina:

? Eivind Weyhe, formaður, lektari, mag. art - eftir tilmæli frá stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya

? Jógvan í Lon Jacobsen, lektari. dr. philos. - eftir tilmæli frá stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya

? Kristin Magnussen, mag. art - eftir tilmæli frá stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya

? Sólvá Jónsdóttir, mag. art, ráðgevi ? eftir tilmæli frá Føroysku málnevndini

? Stein Fossá, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, cand. geom.,? eftir tilmæli frá Umhvørvisstovuni