Staðarnøvn og kunnleiki til upprunaligu búsetingarnar

Tíðindaskriv

Sunda Bókasavn á Oyrarbakka skipar í komandi viku aftur fyri áhugaverdum tiltaki.
Málfrøðingurin Eivind Weyhe fer mikukvøldið 7. februar, kl. 19.00 at greiða frá um staðarnøvn og teirra uppruna - hví eitur tað júst soleiðis, sum tað eitur?
Fyrilesturin er um staðarnøvn og tann týdning, sum hesi hava, fyri at fáa kunnleika um upprunaligu búsetingarnar.
Í staðarnøvnunum liggur eitt stórt ríkidømi, sum eigur at verða varðveitt, bæði við innsavningararbeiði og við at tey liva sítt fríska lív í gerandisdegnum. Navnið gevur landslagnum ein samleika, sum er virðismikil fyri okkum.
Møguleiki verður at koma við spurningum um staðarnøvn her um leiðir. Kanska fæst svar uppá ymiskt, sum fyrr hevur verið ósvarað.
Aftan á fyrilesturin, sum verður í Skálanum í Norðskála-Oyrar skúla, er ein góður drekkamunnur at fáa á bókasavninum, og høvi verður at lána eina bók heim við..
Sunda bókasavn er opið mikudagar kl. 14.00-16.00 og kl. 19.00-20.00.
Øll eru hjartaliga væl komin.