Ástaðarfundur í Vági

Hósdagin í farnu viku var ástaðarfundur í samband við útbjóðingina av Ellis- og røktarheiminum og økisdepilin fyri sinnisveik.

Landsverk upplýsir, at ástaðarfundurin gekk væl, sjálvt um ikki allir møttu upp. Nógvir spurningar vóru og verður svarað skrivtliga til allar 10, sum hava biðið um útboðstilfarið. Tilboðið uppá útgravingina var á 2.340.000 kr. Útgravingin er ikki heilt liðug, men lisitatiónin verður ætlandi tann 30 oktober.