Tey, ið halda seg binda um heilan fingur við at atkvøða fyri flokkum ytst á sambands- og loysingarvonginum, eiga at hugsa seg um, tí hesir flokkar megna ikki at samansjóða loysnir á sjálvstýrisleið. Stívrend sambandsstøða er lívsgrundarlagið hjá veruleikafjarum loysingarmonnum.
Sjálvstýrislógin hjá Javnaðarflokkinum er ein loysn, ið flestu føroyingar kunnu taka undir við. Sjálvstýrislógin er ein sáttmáli millum okkum og danir, sum ongar avmarkingar hevur. Hon ásetir, at vit taka tann suverenitet, ið vit gera av innan ymsu málsøkini, ið enn eru ríkismál. Somuleiðis inniheldur sáttmálin ásetingar um, hvørjar mannagongdir, ið skulu fylgjast, um vit avgera at fara úr ríkinum. Sáttmálin verður fráboðaður ST, ið vit kunnu venda okkum til í trætumálum.
Tað einasta, henda loysnin manglar, er forfongiligheitina, ið nøkur ikki kunnu liva uttan. Lat tað ikki verða okkara trupulleika. Latið teir putlast við teirra dagdvøljur.
Latum okkum nú savnast um sjálvstýrislógina, soleiðis at vit frígera samfelagsorkuna til at taka okkum av øllum teimum viðurskiftum, ið ikki eru raðfest seinastu árini.
Sum eitt lítið land koma vit altíð at hava sama trupulleikan, sum tey smáu altíð hava ímóti teimum stóru. Javnaðarflokkurin er ikki í iva um, at vit eru betur farin í javnbjóðis samstarvi við annað lítið land, ið eisini hevur sítt tógva stríð við at standa ímóti teimum stóru.
Melda vit okkum úr felagskapinum, so missa vit møguleikan at taka ímóti natúrliga solidaritetinum, tá ástendur.
Spyr tí teg sjálvan, um tað verður hugaligari at standa við hattinum í hondini í Heimsbankanum og í IMF, ella um vit eiga at verja tann betra møguleikan.
Gott val










