Farna vikuskiftið hildu Sameindu Tjóðir (ST) ráðstevnu í sambandi við altjóða havdagin – World Ocean Day. Árliga ráðstevnan var í New York, og ein av teimum, sum ætlaði at sleppa at halda røðu, var Paul Watson, leiðari í felagsskapinum Sea Shepherd. Men tað slapp hann ikki.
– Eg eri bannaður av ST, sigur Paul Watson í einari viðmerking um, at hann ikki slapp til ST ráðstevnuna.
Paul Watson greiðir frá, at hann var staddur í New York og vildi sleppa at luttaka á ráðstevnuni hjá ST, men tað fekk hann ikki loyvi til. Watson heldur, at tað er Nippon Foundation, sum er ein av stovnarunum av World Ocean Day ráðstevnuni, ið syrgdi fyri, at hann ikki slapp á ráðstevnuna. Nippon Foundation hevur verið í stríði við Sea Shepherd um eitt nú delfinveiði í Taiji.
Fyri trimum árum síðani helt Paul Watson røðu á ráðstevnuni, og sambært honum vóru japanarar so illir um røðuna, at teir góvu ST boð um, at hann ongantíð aftur skuldi sleppa við til tiltakið.
Og nú Watson royndi at sleppa inn umaftur, fekk hann í øllum førum noktandi svar upp á umbønina.










