Fyri 5 árum síðan, varð viðtikið á ST-aðalfundi, at ein sáttmáli skuldi gerast um mannarættindini hjá fólki við breki. Síðan hetta er vorðið arbeitt við at orða sáttmálan, og nú eru limalondini vorðin samd um orðingarnar í skjalinum.
ST-aðalfundur verður frá 10. oktober 2006 til 10. oktober 2007, og væntandi kemur sáttmálin fyri í mars – apríl. Um sáttmálin veður samtyktur á ST-aðalfundinum, skal hann sendast út til øll 192 limalondini til góðkenningar. Fyri at sáttmálin skal fáa gildi, skal hann góðkennast í meir enn helvtini av limalondunum.
Málið við sáttmálanum er, at arbeiða fyri mannarættindum og grundleggjandi frælsi hjá fólki við breki. Sáttmálin er ikki bindandi løgfrøðiliga, men um eitt land góðtekur sáttmálan, er tað bindandi moralskt og politiskt.
Ein bólkur verður settur, at hava eftirlit við um tey londini, sum hava tikið undir við sáttmálanum, liva upp til ásetingarnar í honum, og bólkurin kann átala tey londini, ið ikki gera tað. Londini kunnu sjálvi velja, um tey vilja áseta sáttmálan sum lóg, men tað gevur størri ábyrgd.
Grundleggjandi rættindi
Nøkur høvuðshugtøk í sáttmálanum eru grundleggjandi hugtøk, sum geva øllum javnrættindi og javnbjóðis møguleikar.
Millum annað verður staðfest, at ikki er loyvt at gera mannamun á fólki, tí tey bera brek. Hetta fær til dømis ávirkan í Póllandi, har menningartarnað ikki fáa p-tal og valrætt. Eisini verður staðfest, at øll fólk eiga at varðveita øll rættindi, at harðskapur og misnýtsla av brekaðum skal vera bannað, at tey sjálvi skulu hava rætt til at velja, hvar tey vilja búgva og saman við hvørjum. Harumframt sigur sáttmálin, at brekaði skulu hava rætt til eina útbúgving. Greinin um útbúgving hevur stóran týdning sæð við føroyskum eygum, tí hon leggur upp til, at børn við breki skulu ganga í skúla saman við hinum børnunum. Sáttmálin sigur eisini, at øll brekaði eiga at hava rætt til at arbeiða.
USA góðkennir ikki
Nógv bendir á at USA undir George W. Bush ikki fer at góðkenna sáttmálan og at Kina heldur ikki fer at góðkenna hann. 26 lond eru, sum kalla seg muslimsk lond, og tey fara neyvan at góðkenna hann. Men ES, sum umboðar 26 lond, fer at góðkenna hann saman við fleiri øðrum.
Knut Roger Andersen frá norska felagnum fyri menningartarnað luttók á tveimum teimum seinastu fundunum um sáttmálan, hann væntar, at fleirtalið av ST-limalondunum góðkenna sáttmálan, men at tað eisini merkist, tá so stór lond sum USA og Kina ikki taka undir við honum.
Orsøkin til at fleiri lond ikki vilja góðkenna sáttmálan, er at hann fer rættiliga langt inn í avgerðarrættin hjá landinum og at nógv lond fara at noyðast at gera lógarbroytingar. Til dømis ásetur sáttmálin greitt rættindini hjá kvinnum, og hetta verður ikki væl móttikið í teimum arabisku londunum.










