ST ávarar um Kirgistan

Fær skiftisstjórnin í Kirgisistan ikki hjálp til at steðga harðskapinum í landinum, kann støðan enda sum ein sonn vanlukka. Tað sigur Antonio Guteres, sum er leiðari í flóttafólkastovnurinum hjá ST, UNHCR.

-Talan er longu um ein sorgarleik, ið kann enda sum ein vanlukka, sigur hann í samrøðu við týska útvarpið.

UNHCR-leiðarin sigur, at tað er neyðugt at finna eina politiska loysn skjótt, og at grannalondini hjá Kirgisistan mugu gera alt, sum tey eru ment, fyri at hjálpa skiftisstjórnini at tryggja lóg og landaskil.

Meiri enn 75.000 fólk eru flýdd úr Kirgisistan til grannalandið Usbekistan. Harafturat eru onnur 200.000 flóttafólk í egnum landi.

Sambært kirgisisku myndugleikunum hevur ófriðurin kravt minst 179 mannalív.