ST ávarar nú um, at búskaparvøksturin í heiminum er ikki nóg stórur til at bjarga teimum arbeiðsplássunum, , sum fóru fyri skeyti undir fíggjarkreppuni, og tí er vandi fyri, at nøkur av teimum størstu búskaparveldunum kunnu fáa eitt bakkast afturat.
Sambært ST-frágreiðingini, sum umrøður útlitini í 2011 og 2012, er vandi fyri, at USA, Japan og tey størstu búskaparveldini í Evropa kunnu fáa búskaparafturgongd eina ferð afturat.
ST sigur, at vøksturin í heimsbúskapinum verður 3,1 prosent næsta ár og 3,5 prosent í 2012, men at tað er alt ov lítið til at endurskapa tey mistu arbeiðsplássini.
Frágreiðingin sigur, at í teimum 16 evrulondunum fer búskaparvøksturin at minka úr 1,6 prosenti í ár í 1,3 prosent næsta ár. Í 2012 verður hann heldur størri, 1,9 prosent.