ST umhugsar at sleppa kanningini í Jenin

ST-aðalskrivarin Kofi Annan umhugsar at sleppa ST-kravinum um at kanna, hvat hendi í palestinsku flóttafólkaleguni Jenin undir ísraelsku hersetingini. Orsøkin er, at Ísrael leggur forðingar í vegin.

Síðani trygdarráðið hjá ST samtykti at lata eina nevnd kanna, hvat veruliga fór fram, tá ísraelski herurin hersetti palestinsku flóttafólkaleguna Jenin, er ísraelska stjórnin komin við fleiri viðmerkingum og krøvum. Tað hevur havt við sær, at nevndarlimirnir hava sitið í Geneve í Sveits og bíðað eftir boðum um at fara avstað. Tað eru nú fjúrtan dagar, síðani ST tilnevndi limirnar í nevndini, sum skal kanna palestinsku pástandirnar um, at ísraelski herurin framdi hópmorð í Jenin.
ST-varaaðalskrivarin í politiskum viðurskiftum, Kirsten Predergast, segði t´´skvøldið, at tá ísraelska stjórnin ger alt fyri at draga kanningararbeiðið út, umhugsar Kofi Annan at lata nevndarlimirnar fara heimaftur og at upploysa nevndina.
Sjálvur segði Kofi Annan týsdagin, at ST hevur gjørt tað, sum gerast kann, fyri at ganga teimum ísraelsku krøvunum á møti. Hetta segði hann, beint eftir at ísraelska stjórnin enn einaferð hevði boðað frá, at hon fer ikki at samstarva við kanningarnevndina. Sambært ísraelska útvarpinum segði stjórnin, at ST hevur ikki eftirlíkað krøvum hennara.
Tá ST tilnevndi ta upprunaligu nevndina, kravdi Ísrael, at eitt umboð fyri amerikanska hervaldið skuldi vera í nevndini, og ST gjørdi tí av at tilnevna amerikanska generalin William Nash sum nevndarlim. Men tað hevur eftir øllum at døma ikki verið nóg mikið, tí seinni hava talsmenn hjá ísraelsku stjórnini sagt, at nevndin er anti-ísraelsk.