– Hóast Smyril Line í 2012, orsakað av príslækkingum, hevur staðfest eina minni afturgongd í inntøkunum frá ferðaseðlasølu, ynskja vit at halda fast í teimum prístillagingum, vit hava gjørt, av tí at vit meta, at tað gekur tíð hjá marknaðinum at tillaga seg hesar broytingar.
– Vit hava higartil í 2013 staðfest eitt økt tal av ferðafólki, umframt at okkara metingar fyri restina av árinum somuleiðis geva ábendingar um, at vit fáa fleiri ferðafólk í 2013 enn undanfarin ár. Hóast týski marknaðurin er trupul, hevur Smyril Line framgond á týska marknaðinum.
– Aðrir evropiskir marknaðir hava somuleiðis havt eina nøktandi framgongd. Framgongdin seinnu árini á okkara útlendsku marknaðum hevur sostatt havt við sær, at umleið 70 prosent av okkara ferðafólkasølu liggur uttan fyri Føroyar, men tá tað er sagt eru Føroyar framvegis okkara størsti einstaki marknaður, sigur Smyril Line m. a. í leiðslufrágreiningini.









