Støðugur vøkstur í ferðafólkatalinum

Flogvøllurin í Vágunum hevur havt ein vøkstur í ferðafólkatalinum uppá sløk tíggju prosent higartil í ár

Samlaða ferðafólkatalið higartil í ár hevur verið 108.868 móti 99.087 sama tíðarskeið í fjør. Hetta svarar til ein vøkstur uppá 9,9% higartil í ár. Tað eru fyrst og fremst farleiðirnar til Danmarkar, ið hava havt størsta vøksturin higartil í ár, nevniliga 8,8%.

Í juli mánaða í ár hava tilsamans 27.966 fólk ferðast um floghavnina. Hetta er 7,4% fleiri enn juli í fjør, tá talið var 26.046, ella nærum ta? sama sum alt árið 1972. Framgongdin hevur verið á øllum farleiðum uttan til Stórabretlands. Rokmiklasti dagurin higartil í ár var 19. juli, tá 1.552 ferðaðust um floghavnina.

Operatiónirnar, tvs. fráferðir og komur, í juli í ár hava verið 666 móti 551 í juli í fjør. Hetta svarar til 20,9% fleiri operatiónir enn sama tíðarskeið í fjør. Higartil í ár hava operatiónirnar verið 3.281 móti 2.852 í fjør, ella ein øking svarandi til 15,0%. Framgongdin sæst serliga aftur í rutuflúgvingini.

Samlaði startmassin, ið er samlaða vektin á flogførunum, er, fyri fyrstu ferð í ár, farin upp um startmassan fyri sama tíðarskeið í fjør. Úr 86.474 tonsum upp í 86.789 tons svarandi til ein vøkstur uppá 0,4%.

Sambært upplýsingum, ið floghavnin hevur fingið frá Atlantsflog er flogposturin 11,4% minni enn í fjør. Annar flogfarmur er higartil í ár 7,0% minni samanborið við í fjør.